Shopping Cart
Your Cart is Empty
Quantity:
Subtotal
Taxes
Shipping
Total
There was an error with PayPalClick here to try again
CelebrateThank you for your business!You should be receiving an order confirmation from Paypal shortly.Exit Shopping Cart

Psykoterapiin við Bjørg Mortensen

Útvarpssending um medavhengigheit / avarandi hjá alkoholikara

Avleiðingarnar av rúsevnismisnýtslu eru stórar fyri familjuna. Avvarðandi eru ofta niðurundirkomin og orka ikki at slíta seg leysan.Dagmar Joensen-Næs og Karolina Thostrup | 27. feb kl. 17:54 | Dagf. 27. feb kl. 17:55Sólbjørg Egholm livdi í nógv ár í ótta fyri fløskuni. Hon hevur verið gift tvær ferðir í ávikavist 11 og 14 ár og eigur fýra børn.

Bjørg Mortensen er psykoterapeutur og starvast á viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Hon hevur sjálv verið bæði rúsdrekkamisnýtari og avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara.

Hesa samrøðuna gjørdi eg viðmerkingar til.

Jákup Magnussen útvarpsvertur í terapi :)

Bjørg Mortensen Mynd: © Jákup Magnussen

Bjørg Mortensen greiðir í sendingini frá psykoterapiini, og ymsum, sum hendir í relatiónum. Eisini hevur hon vertin í terapi eina løtu.

Jákup Magnussen | 31. aug kl. 17:48 | Dagf. 31. aug kl. 17:48

Psykoterapeuturin og avhengigheitsráðgevin, Bjørg Mortensen, tosar í sendingini nógv um alkoholismu og medavhengigheit; bæði hjá avvarðandi til alkoholikarar og fólki annars. Umframt privata viðgerð, er hon knýtt at viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Bjørg Mortensen harmast, at ikki fleiri tilboð eru til avvarðandi. Av øðrum, sum Bjørg tosar um, kunnu vit nevna týdningin av sjálvverju. Eisini vísir hon á persónligu maskurnar, sum í mongum lívsstøðum er neyðugar, men sum í aðrar mátar forða okkum tætt samband við okkara medmenniskju. Serliga okkara kæru. Bjørg Mortensen heldur ikki, at nakar hevur ringt sjálvsvirði, heldur vita vit ov lítið um okkum sjálvi: Eitt nýt lív byrjar við viðurkenning av verandi støðu, og síðani kunnu vit endurfinna okkum sjálvi.

Bundinskapur

Bjørg Mortensen, viðgeri og psykoterapeutur, greiðir frá bundinskapi í breiðari merking. Einasti munur á tubakki og øðrum bundinskapi er avleiðingin

Jákup Magnussen | 4. jan kl. 11:38 | Dagf. 4. jan kl. 11:39

Bjørg Mortensen roykti sjálv, men gavst og kendi seg sera einsamalla í verðini. Henna reaksjón var at eta nógv. Hon sær seg sjálva sum roykfrían roykjara, ikki fyrreverandi roykjara. Hetta tí tað skal bara ein sigarett til, so er hon aftur í somu støðu sum fyrr.

Bjørg Mortensen sigur, at avhengigheitir hava nógv við lágt sjálvsvirði at gera.

Í innslagnum hoyra vit eisini Ólav Jøkladag, samskiftisráðgeva í Fólkaheilsuráðnum, sum í løtuni hevur eitt átak, har fólk verða stuðlaði til roykisteðg umvegis smsboð.

Høvundur:Jákup MagnussenLøgd út:4. jan kl. 11:38 Dagførd:4. jan kl. 11:39

Sending frá Brunsj um at seta mørk

Psykoterapeutur Bjørg Mortensen greiðir frá, hvønn týdning tað hevur, at vit tora at siga nei og seta mørk. Jens Marni hansen, sum er fløguaktuellur við útgávuni

"Anywhere You Wanna Go", vitjar í útvarpstovuni, og matstovustjórin á Søllerød Kro, Jan Restorff, greiðir frá arbeiðinum handan Michelin stjørnuna, sum matstovan fekk aftur í ár.

Ítróttin linnar um einsemi og ringt sjálvsvirði

Vit spyrja Bjørg Mortensen, hví okkara tørvur á undirhaldsítrótt bara veksur. Men hví søkja vit felagskapir, eisini um teir ikki hava okkara áhuga?

Jákup Magnussen | 3. mai kl. 16:59 | Dagf. 3. mai kl. 17:00

Tað tykist sum tørvur okkara á undirhaldi bara veksur, serliga er nýtslan av ítrótti vaksin nógv og fjølmiðlarnir liggja ikki sjóvarfallið av sær....nei, enntá kemur fyri, at tvær føroyskar útvarpsstøðir senda beinleiðis frá somu dystum. Umframt heimligu fótbóltskappingini, verður nógv gjørt burtur úr hondbóltskappingini, flogóltsfinalum, svimjifinalum, og øðrum tiltøkum. Samstundis eru tað allar sjónvarpsrásirnar, ið senda La Liga, Premiere League, Bundesligaina og aðrar stórar útlendskar kappingar. Eisini dámar okkum at síggja rasarakoyring, og summi eru farin at hyggja eftir amerikanskum fótbólti. Men hví gera vit tað? Psykoterapeut Bjørg Mortensen sigur sína hugsan.

Høvundur:Jákup MagnussenLøgd út:3. mai kl. 16:59 Dagførd:3. mai kl. 17:00

Sending á Vegamótinum, um mítt lív sum aktivur alkoholikari

Alkoholmisnýtslan bleiv ein gáva

01-10-2014

- Eg royni at síggja alkoholismuna sum eina gávu. Eg havi lært so nógv frá hasi tíðini og kann í dag hjálpa øðrum, ið eru í somu støðu, sum eg var í

http://kvf.fo/vegamotid?sid=30960

0