Shopping Cart
Your Cart is Empty
Quantity:
Subtotal
Taxes
Shipping
Total
There was an error with PayPalClick here to try again
CelebrateThank you for your business!You should be receiving an order confirmation from Paypal shortly.Exit Shopping Cart

Psykoterapiin við Bjørg Mortensen

Steðga á og kom víðari

Sjálvmenningarbólkur fyri teg og onnur, sum eru í somu støðu sum tú.

Tín sjálvkensla hevur avgerandi týdning fyri, hvussu tú følir gleði, frælsi, kærleika og onnur virðir, sum gera lívið vert at liva.

Nú kanst tú styrkja tína sjálvkenslu gjøgnum upplivingina í einum sjálvmenningarbólki saman við øðrum og soleiðis endurvinna virðir og vónir, ið eru tilsíðusett – tilvitað ella ótilvitað.

Vit steðga á og spyrja:

Hvussu føla vit okkum saman við øðrum?

Hvussu síggja vit okkum, og hvussu síggja onnur okkum?

Enda vit aftur og aftur í somu rollum saman við øðrum menniskjum?

Føla vit, at vit innihalda meira enn tað, sum vit fáa burtur úr lívinum?

Vit koma víðari og stuðla:

Í bólkinum kanst tú síggja teg, sum tú ert, og ikki, sum tú heldur teg vera. Tú kanst spegla tær í øðrum og fáa at vita, hvussu onnur uppliva teg. Tú verður ovfarin av at síggja, at nógvar av tínum forðingum bert finnast í tínum egnu tonkum og virka tálmandi í staðin fyri at geva tær møguleikar í lívinum.

Krøv:

Tagnarskylda er ein sjálvfylgja, eins og tú mást hava eitt ynski um at menna teg persónliga ella fakliga. Annars eru eingi krøv. Tú kemur, sum tú ert.

Bólkurin verður settur í gongd, um í minsta lagi fýra luttakarar melda til, vit hittast:

í Havn, 3. leygardagar, allar dagar frá kl. 9 til 16.

Kostnaður:

Kr. 2.450 fyri hvønn.

Íroknað prísin er : kaffi, te, vatn, frugt og okkurt lætt til matna kl. 12.00. 

Tilmelding:

Tilmelding á 58 35 34 ella á [email protected]. og tá vit eru fýra ella fleir, byrjar bólkurin.

Vinaliga,

Bjørg Mortensen,

psykoterapeut, MPF.

0